Saunagos
Hvat er eitt saunagos
Gosmeistari letur vatn og æteriskar oljur á steinarnar á ovninum, og dampur kemur frá. Gosmeistarin syrgir fyri, at hitin og deiligi angin frá æterisku oljunum verður spjatt runt í heitu saunaini. Tað gerst ordiliga heitt. Eitt umfar við 1-3 oljum tekur umleið 10-15 minuttir. Vanligt er at hava tvey ella trý umfør, har man fer út at svala sær á ímillum.
Um tú hevur egna sauna, so ber til at bíleggja sær ein gosmeistara at gera saunagos. Kostnaðurin er 1.000 kr., tá er alt íroknað, sum td. oljur og koyring á meginøkinum. Send okkum ein tpost, um tú ert áhugað í hesum.
Vit hava eisini eina mobila sauna, so um tit ikki hava sauna sjálvi, so er møguligt at bíleggja bæði sauna og gosmeistara.
Góð ráð:
- Hav handklæði við at sita á, ikki hava plastfløskur ella sandalir/klipp klapparar við inn, vælkomin at seta tað uttanfyri.
- Njót vælveruna og friðin í saunaini
- Tað er týdningarmikið at drekka nógv vatn, bæði áðrenn og eftir saunagos
- Ikki gníggja eyguni, skola eyguni aftaná og sjálvandi kroppin, áðrenn tú fert td. í kalda karið ella svimjihylin
- Hevur tú ikki roynt saunagos áður, set teg á niðasta bonk og nær við hurðina. Um tú ikki følir teg væl, far út og køl teg, drekk vatn. Tú kanst koma innaftur til næsta saunagos.
- Sum gosgestur hevur tú sjálvur ábyrgdina av saunagosvitjanini. Saunagos er einans fyri vaksin. Ikki fara í saunagos um tú ert við barn, ávirkaður av rúsdrekka ella hevur hjartaæðrasjúku. Ivast tú í onkrum ráðfør teg við læknan áðrenn.
Ávirkan
Saunagos er eitt sera vælumtókt slag av aromaterapi, har tú við reinum og natúrligum æteriskum oljum, kanst stimbra tínar sansir í fjálga hitanum í saunini.
Vøddar og lið hitna, tú slappar av í øllum kroppinum. Ítróttarfólk nýta saunagos til at styrkja kroppin. Saunagos kann geva linna fyri giktpínu, reinsa húðina og styrkja blórenslið. Tað kann stimbra nertingarsansin og hjálpa uppá m. a. húðsvong. Tað fuktar húðina, kann forða og minka um rukkur. Tú fært eina orkuinnspræning, ið gevur vælveru fyri bæði kropp og sinn.
Søgan
At hita kroppin fyri vælveru hevur verið nógv nýtt kring í heiminum. Indiánarir nýttu telt av hjørtaskinni, sum bleiv kallað “Sveittasmáttu”. Finnland er eisini kent fyri sína saunamentan, har hava nógv heimasauna. Í miðeystri m.a. í Turkalandi hava tey Hammam.
Í Føroyum hevur sauna ikki verið nógv nýtt, men vit kunnu frøðast um, at sauna er vorðið vælumtókt, fleiri fáa sær sauna heima, neyst og hallir við sauna eru í gerð.