Dátuverndarkunning

Saunagos er ein fyritøka innan vælveru. Vit selja vørur og skipa fyri tiltøkum. Vit skráseta minst møguligt av persónupplýsingum fyri at verja teg best møguligt. Tá vit senda tær eina vøru er neyðugt við mest grundleggjandi persónupplýsingum, sum navn og adressu. Men tá tað ikki er neyðugt við upplýsingum longur verða tær strikaðar. Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, so sum innlit, rætting og striking. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar ella annað.

Kennifíla (Cookies)
Tá tú vitjar heimasíður legst ein kennifíla á tína telefon, teldu ella teldil. Ein kennifíla er ein tekstfíla og ikki eitt forrit. Tað vil siga, at kennifílan fær ikki sjálv gjørt nakað á tínari teldu. Kannifílan kann ikki spjaða telduvirus ella á annan hátt gera skaða. Innihaldið í kennifílum verður lisið og skrivað av teimum heimasíðum, sum tú brúkar og vitjar. Í flestu førum savna kennifílurnar dulnevndar dátur, men kennifílurnar kunnu eisini savna IP-adressur, sum eru persónstilvísandi dátur.
Upplýsingarnar frá kennifílum kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá kennifílum verða givnar víðari ella seldar triðja parti.

Tú kanst altíð nokta at brúka kennifílur á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan kennifílur ber møguliga ikki til at brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka kennifílur frá heimasíðuni hjá Saunagos kanst tú í kaganum, tú brúkar, skráseta saunagos.fo á listan yvir heimasíður, sum tú ikki ynskir kennifílur frá. Samstundis er eisini í flestu kagum møguleiki fyri at strika kennifílur, sum kagin longu hevur lagt á telduna.

Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av kennifílum frá Saunagos ella strika kennifílur, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar www.saunagos.fo brúkið av kennifílum frá heimasíðuni hjá Saunagos.fo

Soleiðis strikar tú kennifílur
Kennifílur, sum tú fyrr hevur góðtikið, kunnu lætt strikast aftur. Brúkar tú PC við einum nýggjari kaga, strikar tú farspor við at trýsta á knøttarnar: CTRL + SHIFT + Delete.