Vælkomin

Saunagos er ein friðsæl og sansalig løta, har dampur, hiti og angin av æteriskum oljum skapa eina serliga kenslu av friðsælu og vælveru.

Oasan við Sjósavnið

Við einari fantastiskari útsygt yvur Sandagerð liggur ein sonn oasa.

Eitt stað, har tú kann koma til saunagos, sauna & hitapott ella bara sauna. Møguleiki er at ogna sær eitt pláss á Booking. Esini er møguligt at leiga alt økið, tað kundi veri til ein starvsfólkadag, eitt hugnakvøld við bindiklubbanum, vinfólkakvøld ella hvat tað skuldi verið, sí meira á Leiga Sauna

The Oasis by the Aquarium

With a fantastic view over Sandagerð lies a true oasis.

A place where you can come for saunagus/aufgus, sauna & hottub, or just sauna. It is possible to reserve a spot trough Booking, You can also rent the whole area – for example for a staff day, a cozy evening with your friends etc. See more at Rent Sauna

Sonn vælvera

Góð ráð

  • Hav handklæði við at sita á, ikki hava plastfløskur ella sandalir/klipp klapparar við innvælkomin at seta tað uttanfyri

     

  • Njót vælveruna og friðin í saunaini

     

  • Tað er týdningarmikið at drekka nógv vatn, bæði áðrenn og eftir saunagos

     

  • Sum gosgestur hevur tú sjálvur ábyrgdina av saunagosvitjanini. Saunagos er einans fyri vaksin. Ikki fara í saunagos um tú ert við barn, ávirkaður av rúsdrekka ella hevur hjartaæðrasjúku. Ivast tú í onkrum, ráðfør teg við læknan áðrenn.
eitt fjálgt sunt og heitt lív

Ávirkan

Saunagos er eitt sera vælumtókt slag av aromaterapi, har tú við reinum og natúrligum æteriskum oljum, kanst stimbra tínar sansir í fjálga hitanum í saunini.
Vøddar og lið hitna, tú slappar av í øllum kroppinum. Ítróttarfólk nýta saunagos til at styrkja kroppin. Saunagos kann geva linna fyri giktpínu, reinsa húðina og styrkja blórenslið. Tað kann stimbra nertingarsansin og hjálpa uppá m. a. húðsvong. Tað fuktar húðina, kann forða og minka um rukkur. Tú fært eina orkuinnspræning, ið gevur vælveru fyri bæði kropp og sinn.