Keypstreytir

Prísir
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.

Bílegging
Tú bíleggur við at skriva allar týðandi upplýsingar í útfyllingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast.
Bíleggingarváttan verður send til teldupostadressuna.
Bíleggingar, ið eru bílagdar við bankaflyting, verða sendar, tá ið peningurin er móttikin.
Er vøran ikki á goymslu, fært tú boð við teldupost.

Gjaldsháttur
Tú kanst rinda við bankaflyting og vanligastu gjaldskortunum. Tú skrivar inn kortnummar, endadag og eftirlitstal, tá bílagt verður. Harvið loyvir tú Saunagos at taka upphæddina av tínari kontu. Upphæddin verður ikki tikin av kontuni, fyrr enn vøran er send.

Gjaldskort

Búmerkið merkir at handilin kann móttaka gjalding av Dankort, Visa/Dankort og eDankort.
Búmerkið merkir, at handilin kann móttaka gjalding av Visa.
Búmerkið merkir, at handilin kann móttaka gjalding av Visa Electron.
Búmerkið merkir, at handilin kann móttaka gjalding av Mastercard.

Trúnaði
Upplýsingarnir – navn, bústaður og t-postur – ið tú sendir til okkara verða goymdar í trúnaði.  Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.
 
Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd fært tú teldupost við váttan fyri móttøku av bíleggingini.

Bankaflyting
Bíleggingar, ið eru bílagdar við bankaflyting sum gjaldshátt, verða sendar tá ið peningurin er móttikin.

Veitingarhættir
Vøran verður send við posti.

Sending
Vøran verður send eftir galdandi avgreiðslu- og postgjaldi, kr. 49, og verða bíleggingar vanliga avgreiddir innan 2 yrkadagar, um vøran er á goymslu. Tað er eisini møguligt at sleppa undan at rinda postgjald og avheinta vøruna í Havn ella Klaksvík eftir avtalu.

Returrættur
Vøran kann latast aftur 14 dagar frá móttøku, tó treytað av, at hon er óskødd, ikki ásett og í upprunapakningi.

Feilur
Er feilur við vøruni, kann vøran sendast aftur. Áðenn tú sendur vøruna aftur, heita vit á teg senda ein teldupost til okkum, og viðmerkja hvat vøruni feilar.

Eru ivamál ella spurningar, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost á gos @ saunagos.fo