Dátuverndarkunning
Saunagos er ein fyritøka innan vælveru. Vit selja vørur og skipa fyri tiltøkum. Vit skráseta minst møguligt av persónupplýsingum fyri at verja teg best møguligt. Tá vit selja tær eitt atgongumerki ella senda tær eina vøru er neyðugt við mest grundleggjandi persónupplýsingum sum navn og adressu. Men tá tað ikki er neyðugt við upplýsingunum longur verða tær strikaðar.
Rættindi hjá skrásetta
Tú hevur hesi rættindi sambært dátuverndarlógini:
- Tú hevur rætt til at biðja um innlit í upplýsingar um teg, sbrt. § 26 um innlitsrættin hjá skrásetta.
- Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg rættaðar, eins og tú hevur rætt til at krevja, at ófullfíggjaðar upplýsingar um teg verða fullfíggjaðar, sbrt. § 27 um rættin til rætting.
- Tú hevur rætt til at fáa upplýsingar um teg strikaðar, um tær ikki longur eru neyðugar at náa tí endamáli, sum tær vórðu savnaðar ella viðgjørdar til, sbrt. § 28 um rættin til striking.
- Tú hevur rætt til at viðgerð av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað, sbrt. § 19 um rættin til viðgerðaravmarking.
- Tú hevur treytaleysan rætt til at mótmæla viðgerð av tínum upplýsingum, sbrt. § 32 um rættin til mótmæli.
- Um viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, sum er grundað á samtykki áðrenn afturtøkuna av samtykkinum, sbrt. § 9, stk. 3 um treytir fyri samtykki.
- Tú hevur rætt til at krevja at fáa tínar persónsupplýsingar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, sbrt. § 31 um rættin til dátuflutning av persónsupplýsingum.
Um tú vilt brúka tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við Saunagos, og tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar ella annað, send teldupost til gos kurla saunagos.fo.
Kennifíla (Cookies)
Tá tú vitjar heimasíður legst ein kennifíla á tína telefon, teldu ella teldil. Ein kennifíla er ein tekstfíla og ikki eitt forrit. Tað vil siga, at kennifílan fær ikki sjálv gjørt nakað á tínari teldu. Kannifílan kann ikki spjaða telduvirus ella á annan hátt gera skaða. Innihaldið í kennifílum verður lisið og skrivað av teimum heimasíðum, sum tú brúkar og vitjar. Í flestu førum savna kennifílurnar dulnevndar dátur, men kennifílurnar kunnu eisini savna IP-adressur, sum eru persónstilvísandi dátur.
Upplýsingarnar frá kennifílum kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá kennifílum verða givnar víðari ella seldar triðja parti.
Tú kanst altíð nokta at brúka kennifílur á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan kennifílur ber møguliga ikki til at brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka kennifílur frá heimasíðuni hjá Saunagos kanst tú í kaganum, tú brúkar, skráseta saunagos.fo á listan yvir heimasíður, sum tú ikki ynskir kennifílur frá. Samstundis er eisini í flestu kagum møguleiki fyri at strika kennifílur, sum kagin longu hevur lagt á telduna.
Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av kennifílum frá Saunagos ella strika kennifílur, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar www.saunagos.fo brúkið av kennifílum frá heimasíðuni hjá Saunagos.fo
Soleiðis strikar tú kennifílur
Kennifílur, sum tú fyrr hevur góðtikið, kunnu lætt strikast aftur. Nýtir tú teldu, ið er hampuliga nýggj, ber til at strika farspor við at trýsta á knøttarnar: CTRL + SHIFT + Delete.
Kæra um viðgerð av persónsupplýsingum
Viðgerð av persónsupplýsingum, ið viðvíkja tær, og sum fer fram hjá Saunagos sambært dátuverndarlógini, kann kærast til Dátueftirlitið.
Dátueftirlitið
Sigmundargøta 13
Postboks 300
Fo-100 Tórshavn
Tpost: dat@dat.fo
Meira kunning um dátuverndarlógina fæst á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo
Samskiftirsupplýsingar
Saunagos er dátuábyrgdari, og tú kanst seta teg í samband við at senda tpost til gos kurla saunagos.fo.