Gosmeistarin

Tað byrjar við hitanum – og endar við javnvág Tá tú stígur inn í eina heita saunu, byrjar ein ferð. Ein ferð, har tú gevur kroppinum loyvi at sveitta strongdina út, og sinninum loyvi at steðga á.

eitt fjálgt sunt og heitt lív

Ávirkan

Saunagos er eitt sera vælumtókt slag av aromaterapi, har tú við reinum og natúrligum æteriskum oljum kanst stimbra tínar sansir í fjálga hitanum í saunaini.
Vøddar og liðir hitna, tú slappar av í øllum kroppinum. Ítróttarfólk nýta saunagos til at styrkja kroppin. Saunagos kann geva linna fyri giktpínu, reinsa húðina og styrkja blórenslið. Tað kann stimbra nertingarsansin og hjálpa uppá m. a. húðsvong. Tað fuktar húðina, kann forða og minka um rukkur. Tú fært eina orkuinnspræning, ið gevur vælveru fyri bæði kropp og sinn.