Saunagos – Prestá – Týsdagin 5. Septembur – Kl. 20.30
DKK198
Á goymslu
Vørulýsing
Saunagos
Saunagos og ísbað.
Stað: Prestá, Ytra Skála.
Møt gjarna í góðari tíð, helst vera klár(ur) 5 – 10 min áðrenn tíð.
Møguligt er at skifta á staðnum, men tó er eingin brúsa.
Har er eisini wc.
Minst til at drekka nokk vatn, helst 1 litur ella meir, tíðina upp til saunagos.
Tak ein drekkidunk við.
Saunagos og ísbað er uppá egnu ábyrgd, so um tú yvast, so ráfør teg við tín lækna fyrst.
Gott at hava tvey handklæði við, eitt at sita á og eitt at turka sær við, aftaná eitt dypp.
Sandalir kunna eisini anbefalast, at taka við.
Gleði meg at síggja teg 😊
Bíløgd pláss kunna ikki rindast aftur, men tó er tú vælkomin at geva plássið víðari ella ikki møta upp.
Hevur tú, av misgávum, bílagt eitt pláss, so kann hetta ógildast, innan 2 tímar, við at senda ein teldupost, við forkláring og kvittan, á gos @ saunagos . fo
Um tiltakið verður avlýst, so verður allur kostnaðurin rindaður aftur.